Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húsavørður

(Hannefía Joensen)

Dr. Margrethu Barnagarðursøkir Húsavørð

Søkt verður eftir húsavørði 20 tímar um vikuna at byrja 1.januar 2007 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiði fevnir um viðlíkahald og ábøtur av bygningi innan og uttandura og annað fyrifallandi arbeiði. Haraftrat nýgerð og umbyggingar á stovninum

Vit vanta at tú ert:
. Frísk / ur og hevur eitt lætt sinnalag.
. Kreativ / ur kann arbeiða sjálvstøðug / ur.
. Aldur, allar umsøknir vælkomnar
. Hevur góð handalig evnir
. Góð samstarvsevnir

Setunarviðurskifti verða við viðkomandi yrkisfelag og Dr. Margrethu Barnagarður.

Barnagarðurin er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at hava umsorgan fyri børnum í aldrinum 0 til 7 ár og á einum kristnum støði, at menna tey í tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan hátt.

Vit vænta, at tú saman við okkum skapar eitt gott umhvørvi á stovninum.

Umsøknir saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 19.decembur 2007, kl.12.00.

Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran á tlf. 455557 lokal 10.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
Fo – 700 Klaksvík.