Nógv umrødda skipara málið á Smyrli tykist nú fáa eina Salomonska loysn – har eingin verður sagdur úr starvið
Sum Norðlýsið skilir er Strandferðslan nú komin eftir at brúk er fyri baði gomlu skiparunum og teimum, sum fráfarni stjórin á Strandferðsluni setti í starv.
Sum skilst eru eisini neyðug loyvi fingin frá fíggjarmálaráðnum um ætlaðu loysnina.
Vit hava roynt at fingið fatur á stjóranum, Jákup Dánielsen, men hann situr á fundi.
Sostatt tykjast Jákup Vestergaard og Regin Vágadal at verða teir einastu sum endað við at missa størv síni.




