Tjóðveldi vil forða fyritíðar pensiónistum hægri pensión, fólkapensiónistum fría koppseting og einligum forsyrgjarnum eyka barnastuðul.
sigur formaðurin í Jørgen Niclasen, Formaður fyri tingbólkin
Tjóðveldi hevur síðstu dagarnar leika í, tí freistin at útskriva val verður stytt til 4 vikur. Tjóðveldi grundgevur við, at hettar gevur samgonguni møguleika, at samtykkja fleiri uppskot. Veruleikin er, at einasti munurin er, at uppskotini vera betur viðgjørd og sjálvandi, at tingfólk mugu arbeiða meira.
Tískil eru atfinningarnar burturvið. Ein má spyrja hvat ið endamálið er. Tá ið málið um, at stytta freistirnar til at útskriva val var til 1. viðgerð tók Tjóðveldi undir við at stytta freistina. Men nú eru aðrir skógvar farnir at trýsta.
Er endamálið hjá Tjóðveldi at fáa steðga hesum málunum? Unna tey ikki fyritíðarpensiónistum at fáa hægri pensión? Unna tey ikki fyritíðarpensiónistum betri arbeiðsmøguleikar? Unna tey ikki einligum forsyrgjarum hægri barnagjald? Unna tey ikki fólkapensiónistum ókeypis koppseting? Ella er tann veruligi trupulleikin hjá Tjóðveldi, at hóast hópin av vælferðarbetringar, so vísa framrokningar, at komandi fíggjarár verður eitt yvirskot á 150 mió. kr.
Jørgin Niclasen




