Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið fingið nýggja heimasíðu

John William Joensen

Politiið í Føroyum hevur endiliga fingið nýggja heimasíðu – men enn er langt á mál

Tað er rúm tíð síðan at Politiið í Føroyum fekk heimasíðu – men tann heimasíðan yvirlivdi seg sjálvan og var í seinastuni ikki nakað pent vindeygað hjá "lovens lange arm".

Men nú er hon so endiliga komin og tað er ein standarsíða hjá Ríkispolitinum sum á www.politi.fo er á føroyskum.

Fleiri tíðindi eru eisini at lesa á heimasíðuni men eingi tíðindi úr Føroyum – og tað er spell.

Eitt nú hevði tað verið upplagt at døgnrapportin hjá politinum var at finna uppdatera hvønn dag á heimasíðuni.

Men samanumtikið er talan um eitt framstig  og tað fegnast vit saman við politinum um.

Tað hevði kanska verið uppá sítt pláss at føroyska poltiið fekk sær eitt tíðindafólk at røkja heimasíðuna og dagliga samskiftið við fjølmiðlarnar – tí í dag er politi sera tungt at dansað við hjá okkum fjølmiðlum.

Trupult er ofta at fáa viðmerkingar frá røttu persónunum og eisini er trupult at fylgja málum.

Fútin segði sjálv tá hon tók við starvinum at hon fór at leggja dent á at gera politiið í Føroyum meira gjøgnumskygd, men lítið er hent á hesum økinum.

Heimasíðan er at finna á www.politi.fo