Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Quiz og John Lennon á Fortuna í vikuskiftinum

John William Joensen

Fríggjakvøldið verður einaferð enn skipað fyri spurnarkapping á Fortuna.

Quiz-kvøld
Fríggjakvøldið verður einaferð enn skipað fyri spurnarkapping á Fortuna. Eins og undanfarin kvøld verður tað tann altíð vælupplagdi Kristian Joensen, sum verður quiz-master.
Hetta verður tað seinasta quiz-kvøldið í hesum árinum. -Men fell ikki í fátt, tí vit leggja til brots aftur longu í januar 2008, við nýggjum Quiz-umførum.

Live-kvøld
Leygarkvøldið verður m.a. John Lennon tribute við Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein.
John Lennon, sum saman við Paul Mc Cartney, gjørdi stórt sæð allan The Beatles tónleikin, doyði tann 8. desember 1980 fyri júst 27 árum síðani. Hesir sangir eru vorðnir fólkaogn og vit fara at hoyra nakrar av teimum hetta kvøldið
Karl Martin og Mikkjal eru jú royndir tónleikarar og fara sjálvandi at framføra annan góðan tónleik eisini.
Eisini fer Karl Martin at spæla nakrar av sínum nyggju sangum sum enn ikki eru spældir alment fyrr

Diskotek í Barok
Sjálvandi verður eisini diskotek í Barok hettar vikuskiftið. Tað verður DJ Lajf, sum fer at fáa lív í dansigólvið.

Húsið letur upp kl. 23