Náttina millum hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku var innbrot á Statoilstøðini í Kollfjarðardali
Ávaringarskipanin hjá Statoil boðaði frá innbrotinum men tá Ansni og politiið komu á staðið var innbrotstjóðurin sloppin til rímingar.
Hann var komin inn gjøgnum eitt vindeyga – tó uttan at bróta fyri sær og sum Norðlýsið skilir so er mistanki um at tjóvurin er komin á súklu.
Eisini er mistanki um at talan er um sama persón sum í seinastu viku var sædur á náttartíð í Havnar Timburhandli..
Men eins og innbrotið í 2×3 so fekk innbrotstjóvurin einki burtur úr innbrotinum á Statoilstøðini í Kollfjarðardali.
Enn hevur okkum tó ikki eydnast at fáa viðmerkingar til málið frá politistøðini í Havn.




