Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Megashowið Pulse

(Hannefía Joensen)

Ì Klaksvík 7 & 8 dec. Verður megashovið PULSE í kí høllini. Bólkarnir í framføra eru crème de la crème innan Føroyskan tónleik.

Teir heilt eyðkendu 200 koma at framføra sín provokerandi og undirhaldandi tónleik. Boys in a band ið vunnu GBOB finaluna í Fuglafirði og harvið vunnu eitt vælfortjent pláss í finaluni í London, komnir til London spældu teir seg direkta til endaumfarið ið verður spælt í kvøld 6.dec. og so koma teir sjálvandi at framføra í Kí høllini 8.dec
Eisini Koma Eyðun & Terji at spæla síni fantastisku klassisku hits.
Bólkurin Concrete ið áður hevur framført á Asfalt kemur eisini at spæla.
Vit hava eisini ein heilt feskan bólk at bjóða fram, og tað er bólkurin Grandma´s Basement ið er mannaður av evnaríkum og entusiastiskum tónleikarum, ið allir koma úr tónleikahøvuðsstaðnum Klaksvík.
DJ´s verða heldur ikki ein mangulvørða. Originalurin Dj Knýtil ið er kendur frá underbeat og G! Kemur at vísa síni kynstur aftanfyri Dj pultin. Dj sleize og Dj Ólavur Larsen ið er kendir frá mentunarhúsinum har teir hava fingið fólkið har at kóka koma eisini at framføra við fullari styrki . Dj Hærzz er ein nýggjur og evnaríkur Dj, og er hetta hansara fyrst stóra show, so hann fer at gera sítt besta (120%) fyri at undirhalda áhoyrarunum.

Stutt sakt eitt FEITT vikuskiftið í Kí høllini 7 & 8 dec.

Fá meir at vita á www.myspace.com/pulseklax

Atgongumerkir eru at fáa í Statoil, og við dyrnar!
Òkeypis er at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin leygardagin