Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey spenna seg út…

John William Joensen

So var aftur ein sokallaður tunnilsdagur. Dagurin, har koyrast kann ígjøgnum undirsjóvartunlarnar báðar uttan at annars obligatoriska tunnilsgjaldið verður tikið frá teim ferðandi.

Og vit eru skjót at gera nýtslu av møguleikanum, tað boða tølini frá, sum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin kunnu siga okkum um hesar gjaldsfríu dagarnar.

Vinnulívið, kanska einamest handilslívið, dugir eisini at síggja møguleikar í hesum, tí eyðvitað brúka vit eitt sindur meira av peningi tá vit fara at ferðast uttanfyri heimligu eingjagarðarnar.

Tað er ikki sørt at tunnilsdagarnir gera, at vit sum búgva hvør síni megin Leirvíksfjørð, koma hvørjum øðrum eitt sindur meira við enn annars.

Í hvussu so er er tað ein sannroynd, at handlar báðumegin fjørðin, brynja seg til og gera nógv burturúr hesum døgum, tí av royndum vita teir, at tá tað er ókeypis at koyra, fáa teir nógv fleiri vitjanir enn annars.

Treyðugt so, tað eru tey, sum fara longur enn bara yvirum, og kanska leita sær eitt nú til høvuðsstaðin. Men vit hava eisini frætt um, at ikki sørt av norðoyingum hava verið at sæð í Gásadali og á Vágoynni annars, hesar gjaldfríu dagar, og eisini hoyrist vágamál í handlum í Klaksvík.

Sigast kann kanska, at tunnilsdagarnir eru vorðnir eitt slag av bygdastevnum, ella í hvussu so er, at tann parturin av gomlu bygdastevnunum, tá fólk vitjaðu hvønn annan ídag sæst betur aftur á tunnilsdøgunum, enn á bygdastevnunum.

Ført varð fram, tá rutuskipini góvust at sigla um fjørðin, at saknur fór at vera í sosiala partinum umborð, har høvi mangan var at fáa eitt prát viðo onnur ferðandi, sum ein kanska ikki hevði høvi at hitta aðrastaðni.

Ídag man ikki mangur ynskja sær ferjurnar aftur um Leirvíksfjørð og tí kunnu vit kanska frøðast um, at tunnilsdagarnir hava havt við sær eina ávisa sosiala samankomu av fólki, um ikki so tætt, so tó.

Nú leygardagin er gott høvi hjá norðoyingum at vitja inn í eysturoynna at kunna okkum um tað eysturoyingar hava at bjóða, og teir leggja ikki so lítið fyri, hinvegin hava eysturoyingar sama høvi at koma hendavegin.

Tað er onki at ivast í, at Norðoyatunnilin og tunnilsdagarnir eru við til at menna lítla spíran av samleikanum í Norðureysturøkinum, ið vit so smátt byrja at síggja.

At handilsmenn í økinum spenna seg út, er ein sannroynd. Norðlýsið hevur verið á vitjan inni í Eysturoynni og allastaðni rigga tey seg til tunnilsdagin leygardagin og tað sama er galdandi her í Klaksvík. Ikki minni enn tvinnir kendir handlar fara at lata upp í nýggjum hølum við Klaksvíksvegin, so gigast má, jú, teir spenna seg út.