Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ER SKORÐHÆDDIN EIN MØGULEIKI ?

John William Joensen

Av og á tekur kjak seg upp í Føroyum um flogvallarviðurskifti landsins.

Í seinastuni hevur hetta orðaskiftið verið rættiliga ítøkiligt. Hetta kemst sjálvandi av økta frekvensinum millum Vágar og umheimin, og vaksandi loftvegis flutninginum millum lond.

Táið avgjørt varð, at víðka og bøta um flogvøllin í Vágum fyri slakar 400 milliónir krónur, vóru ymiskar meiningar um, hvussu skilagóð hendan avgerðin var – sæð í mun til tann optimala møguleikan, sum ein altjóða floghavn kann geva okkum. Fyri fáum døgum síðani avgjørdi ein meiriluti á Føroya Løgtingi, at heita á landsstýrismannin í flogvallarmálum, um at taka stig til eina verklagslóg um nýggjan altjóða flogvøll. Sjálvt um uppskotsstillararnir viljað ongan lokalitet nevndu í uppskotinum, so verður tað eyðvitað soleiðis, at óført fer at verða gitt um, hvør frægasti møguleikin í so máta er í føroyska brattlendinum.

Tjóðveldi og Miðflokkurin í Eysturoy hava tikið stig til almennan fund um málið, og táið nógv umrøddi møguleikin ígjøgnum áratíggir, Skorðhæddin, er skvisað út úr kjakinum frá landsstýrisins síðu, hava vit heitt á Gilla Trónd, býarfrøðing frá Erasmus Universitetinum í Rotterdam og landafrøðing frá Keypmannahavnar Universiteti, um at siga sína hugsan um hesi viðurskifti í einum fyrilestri, sum ber heitið: ”Er Skorðhæddin ein møguleiki?” Stívliga 40.000 fólk búgva innan fyri ein radius á 25 km frá Skorðhæddini, harvið er hendan plaseringin miðjan í kraftsentri Føroya, bæði á ein og annan hátt.

Eftir fyrilesturin verður orðaskifti, sum fer at taka støðið í metingunum hjá Gilla Trónd. Poul Michelsen, løgtingsmaður og fyrrverandi borgmeistari í Tórshavn, Bill Justinussen, løgtingsmaður, Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og Kitty-May Ellefsen, nevndarformaður í Pf. Vága Floghavn sita við pallborðið. Niclas Davidsen verður orðstýrari og orðið verður eisini frítt á fundinum.

Fundurin verður hildin á Svangaskarði mánakvøldið 10. desember kl. 20.00, hann er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Miðflokkurin í Eysturoy