Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru vorðnir rakstrarfeløg burturav.
Nú byggingin er liðug fer verandi stjóri í feløgunum Dávid Reinert Hansen frá 31. dec 2007.
Feløgini søkja nú eftir stjóra at standa fyri feløgunum fram yvir.
Nevndirnar í feløgunum báðum hava sett Bergur í Garði sum fyribilsstjóra inntil nýggjur stjóri tekur við. Bergur í Garði fer frá sum nevndarformaður í Norðoyatunlinum meðan hann virkar sum fyribilsstjóri, men heldur fram sum vanligur nevndarlimur. Bjarni Askham Bjarnason verður fyribils nevndarformaður í Norðoyatunlinum.




