Kanska svar fæst frá Føroya Blaðmannafelag um
talan er um lóg ella bert um fjølmiðlaetikk
Eftir at hava fylgt orðaskiftinum millum fyrrverandi formann Fólkafloksins, sum eisini var løgmaður, og redaktiónsleiðaran á Sosialinum í blaðnum 3. og 5. desember, har Sundstein heldur redaktiónsleiðaran hava ein heldur veikligan journalistikk, og ikki at lýsa málini til lítar, kundi eg hugsa mær at reist ein spurning, ikki júst tí eg rokni við at fáa svar frá røttu viðkomandi – men kortini!
Vit kenna Jógvan Sundstein, sum ongantíð er ræddur fyri at taka lut í orðaskiftum, og umframt at hann situr inni við eini kolossalari samfelagsvitan, er hann altíð hampu-ligur í talu og á skrift. Hann roynir at lýsa síni mál so væl, sum nú einaferð tilber.
Hóast eg havi mína meining um – í hesum førum – grunnu skrivingina hjá Kára Mikkelsen, redaktiónsleiðara á Føroya besta tíðindablaði, eftir at hava lisið hansara heldur “ófínu” aftursvar, eru tað ikki viðmerkingar til hansara eg havi hug at gera.
Hinvegin fyrikemur mær at vera óskikk, tá tíðindafólk brúka ella misbrúka sítt høvi til aftursvar í sama blaði, tí tann møguleikan hevur hin parturin ikki.
Diskvaliseraði nevaleikarin
Hetta kann samanlíknast við, tá dómari í nevaleiki hevur floyta av eitt umfar, og annar boksarin vendir ryggin, at tá hin tá gevur honum eitt slag í høvdið aftanífrá.
Í nevaleiki verður hann sum slær diskvalifiseraður og enntá sleppur ikki aftur í ringin.
Eg haldi tað verða óskikk, ikki tí, at eg sjálvur havi verið úti fyri tí, men hetta gevur journalistinum beinanvegin ein 2-1 sigur.
Tí kundi eg hugsa mær at sett henda spurning her í Norðlýsinum til Føroya Blaðmannafelag, um tað er virkið, fyri tað fyrsta: er eingin lóg, sum sýtir hesum? Ella í øðrum umfari heldur Blaðmannafelagið hetta vera etiskt rætt? Í triðja lagi, kundi verið áhugavert, um leiðslan á Sosialinum, sum er eitt seriøst tíðindablað, heldur hetta vera í lagi!
Tí er spurningurin, er hetta holl fjølmiðlamentan, er lóg galdandi í hesum føri ella bara talan um vanligan fjølmiðlaetikk?
Jógvan við Keldu
www.keldu.fo




