Jólabýurin í Æðuvík er eitt fastgrógvið hugtak og aftur í ár fáa fólk eina góða uppliving
Æðuvík er rættuliga komin á Føroya kortið – sum Jólabygdin fram um aðrar.
Øll húsini í bygdini hava pynta seg til jóla og ymisk evni eru eisini at síggja.
M.a. sæst ljósmynd av løtuni tá eingilin vitjaði hirðarnar á markini.
Eisini var jólacafe har ein kundi keypa sær ein heita kaffimunn við pannikøku afturvið.
Tað er sera hugnaligt at fara ein gongutúr við børnum gjøgnum bygdina og eygleiða hvussu nóg er gjørt burtur úr at pynta við ljósið o.ø..




