Mikudagin 12. desember kemur nýggja fløgan ”Bow & Arrow” við Jóan Peturi á Stongunum út.
Talan er um avslappandi singer/songwriter tónleik, sum verður útgivin av egnum plátufelagi, Stone Gun Records. Øll 10 løgini á fyrstu fløguni hjá Jóan Peturi eru egin og verða sungin á enskum. Lagið ”Moments” er í løtuni eykalag í ”15 teimum bestu” í Útvarpinum.
26 ára gamli Jóan Petur er havnarmaður og byrjaði longu átta ára gamal at spæla klaver í musikkskúlanum. Seinni bleiv gittarin høvuðsljóðføri hansara, og hetta speglast helst aftur á fløguni. Jóan Petur hevur leingi smíðað løg og hevur eisini framført alment av og á.
– Eg havi gjørt løg og sungið í nógv ár, og tað hevur altíð verið ein dreymur at geva eina fløgu út. Eg velji at geva fløguna út nú heldur enn um eini 10 ár at ganga og iðra meg um, at eg ikki gjørdi tað, sigur hann.
Við sær í upptøkuhølunum hevur Jóan Petur havt Pætur Larsen, Rúna Eysturlíð, Eyðun Johannesen, Høgna Reistrup, Eyðun Egilstrøð, Rakul Petersen, Gunnar Guttesen, Bjarna Jøkladal og Kristinu á Váli. Pætur Larsen hevur produserað tónleikin, og Kristoffur Mørkøre hevur ljóðblandað. Mastering er farin fram í Cutting Room í Svøríki, og SONY/dadc í Eysturríki hevur framleitt fløguna.
Til ber at vitja Jóan Petur á www.myspace.com/joanpetur og hoyra nøkur av løgunum á ”Bow & Arrow”.




