Seinnu árini hava Føroyar livað í einum eftirgevingar-samfelagi har krøvini til vælútbúgvin fólk eftir 15-20 árum hava verið ov lág.
Skulu vit fáa eina “vinn-“vinn” støðu, skal hugburðsbroyting til:
Analysera vit undirskriftirnar, sum mótmæla víðari føstum sambandi, eftir at 85% av landinum er samanbundið, sæst týðilig linja í undirskriftunum, hóast einstakir norðingar og nøkur Vágafólk eru vilst uppí undiskrivingarpanelið.
Ikki skerst burtur, at føroyski “vinn-vinn” hugburðurin ofta tørvar, tí vituligt eru fólk, sum liva í einum dunnuhyli og trúgva, at um vit havnað fasta sambandinum til Sandoynna, júst samtykt á Føroya Løgtingi, so fáa vit betri PISA-úrslit, samstundis sum vit fáa betri skúlaverk og fleiri pengar til heilsumál o.a.
Fyri tað fyrsta er møguleikin lítil fyri hesum, tí í dag eru vit komin hagar, at spurningurin ikki er um at fáa meiri pening, men at rationalisera dagliga arbeiði og meiri produktivt arbeiði verður gjørt bæði á undirvísingarøkinum og í heilsuøkinum.
Almenna virksemið
Ein kann vera ræddur fyri, at mong av okkara bókliga vælútbúnu liva uppá sínar próvtøkur og seta krøv til politiska og fíggjarliga systemið, heldur enn at taka uppgávuna sum eitt kall ella við fullari ábyrgd og arbeiða hareftir.
Seinnu árini hava Føroyar arbeitt í einum “eftirgevingar-samfelagi”, tí peningurin hevur veri nógvur. Dagliga eru krøvini komin í bylgjum, og serstakliga frá vælút-búnum fólki, sum kanska hava lisið í útlondum, fyri síðani at koma heimaftur og trúgva, at vit 50túsund íbúgvar kunnu bjóða júst tað sama, sum okkara grannalond.
Eingin ivi er um, at vit eru á veg, um vitanarsamfelagið og ein møgulig oljuvinna liggur aftanfyri næsta horn, men hagar til ganga nøkur ár við dyggum arbeiði.
Iloyalur formaður í Norðoyatunnlinum
Høvuðsstaðarøkið hevur síðani heimastýrislógin kom í gildið verið vælsignað við øktum almennum virksemi, hagar hvør einstakur føroyingur hevur sprænt pening. Hetta hevur gjørt, at vit lutvíst hava fingið eina savning av sjálvsøknum fólki, har lokal- og egináhugamál liggja fremst í huganum.
Seinasta ólátaða átakið eru undirskriftirnar ímóti Sandoyartunnlinum, har eg legði til merkis, at næstfremsti undirskrivarin er formaðurin í Norðoyatunnlinum.
Ídag tykist sum um, serliga eftir suggesiónina um “Føroyar sum eitt valdømi”, at nú koma bólkar upp, sum vilja stýra landinum framum løgtingspolitikaran, tí politikarin er ov veikur, tað er ein álvarslig samfelagsstøða!
Tí hevur formaðurin í Norðoyatunnlinum framt skarnsgerð, at hann er í oddinum at undirskriva mótmæli móti at løgtingsins vilji so gott sum einmæltur verður framdur. Løgið er, um hesin sleppur undan at verða rikin úr starvi, tí hóast hann eigur tveir synir, sum hann nevndi í Útvarpi Føroya, sum hann ynskir at geva betri útbúgving, og tí verjir seg við, at hann ynskir fleiri skúlar, er hetta láturlig, egosentrisk- og istisk verja. Vit eru mong sum eiga børn og barnabørn, uttan at brúka hesi sum skjøldur!
Nei, latið okkum samfelagsliga hugsa meiri víðfevnt við eini víðfevndari útbygging, sum kann tæna samfelagsliga, tí hvørki skúla- ella heilsuverkið gerast fátækari av hesi útbygging, sum kann niðurleggja kostnaðarmiklu ferjusambondini.




