Tað gekk aftur væl hjá Treystinum, tá Bragdið leygardagin skipaði fyri 2.umfari í vetrarkappingini í renning.
Annað umfar bleiv runnið í Havn leygarmorgunin kl. 11.00. Teinurin hesaferð 11,6 kilometrar. Startur og mál vóru á ovaravølli í Gundadali. Runnið bleiv oman eftir Gundadalsvegnum, síðani til vinstru á R.C. Effersøesgøtu, til høgru eftir Títlingsvegnum ( Johs. Berg ) til vinstru eftir Staravegnum (Skemman), so til høgru eftir Hoyvíksvegnum (Bónus), til høgru eftir Tjaldursvegnum, inn á Heykavegin og Títlingsveg út til til høgru á R. C. Effersøesgøtu, síðani bleiv runnið niðan eftir Ringvegnum framvið Norðurlandahúsinum, til Áargeil og oman eftir Gundalsvegnum inn á ovaravøll. Tey vaksnu runnu trý umfør, meðan børnini runnu eitt umfar. Líkindini at renna vóru avbera góð, hóast at tað var nokkso kalt.
Tað vóru 31 luttakarar við í hesum umfarinum. Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum aftur tryggur vinnari við tíðini 40,37 min. og hesaferð frammanfyri Sam Vang (41,29) og Sigurð B. Justinussen (42,45) úr Bragdinum. Guttorm og Sam løgdu seg á odda beinanvegin og fylgdust eisini eftir fyrsta umfar nakað frammanfyri Sigurð og Andrias Hansen úr Bragdinum. Eftir næsta umfar var Guttorm 50 metrar frammanfyri Sam og øktist tann munurin enn meira, soleiðis at Guttorm koma á mál 52 sekund frammanfyri Sam. Sigurð og Andrias fylgdust næstan allan vegin, men Sigurð átti tó munin tá teir komu á mál. Borgar Biskopstøð og Jan Elmar Sørensen gjørdust ávikavist nummar 5 og 8. Teir báðir gjørdust samstundis vinnarar hjá veteranum og mansunglingum. Jonhard Larsen gjørdist nummar 7. Í samlaðu støðuni er Guttorm á odda frammanfyri Sam og Sigurð. Hjá veteranunum er Borgar á odda og hjá mansunglingunum er Jan Elmar á odda.
Hjá kvinnunum gjørdist Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum aftur tryggur vinnari, hesaferð við tíðini 49,20 min. Fríðunn Steinberg, Susan Jacobsen og Karin K. Petersen úr Treystinum gjørdust ávikavist nummar 2, 4 og 6. Í samlaðu støðuni hjá kvinnunum er Bjørk á odda frammanfyri Fríðunn og Susan.
Børnini runnu 3,9 kilometrar og hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø og Monika Biskopstø úr Treystinum ávikavist nummar 2 og 3. Í samlaðu støðuni hjá gentunum er Rannvá Djurholm úr Bragdinum á odda frammanfyri Rebekku.
Vetrarkappingin er skipað í fimm umførum, sum íalt eru 50 kilometrar. Vinnarar verða so tey sum hava brúkt minst tíð samanlagt til at gjøgnumføra samlaða teinin. Teinurin hjá børnum er 20 kilometrar.
Triðja umfar av vetrarkappingini verður leygardagin 12. januar í Hvalvík/Streymnesi.




