Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Faroe Ship fyri stórum broytingum

John William Joensen

Nógv fundarvirksemið er í morgun í Faroe Ship og sum Norðlýsið frættir so eru broytingar á veg.

Óvátta tíðindi siga at avgerð er tikin um at selja Blik og Lómur, men ikki ber til at fáa hesi tíðindi váttað.

Skipini eru 30 ára gomul og tí er útskifting vantandi.

Formaðurin í Faroe Ship, Árni Joensen, sigur seg einki vitað um ætlaðu broytingarnar og vísir til stjóran.

Einasta viðmerking stjórin, Jóhanna á Bergi, vildi koma við, var at eitt tíðindaskriv verður sent út kl. 10.

– Tað er ein spennandi tíð fyri framman, vóru fáu orðini frá stjóranum.