Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingviðgerin ein stór skomm

John William Joensen

søgdu fleiri tinglimir í morgun tá løgtingsformaðurin var noyddur at kalla tingið saman fyri at gera broytingar í nýggju vallógini – endin var at formaðurin kom í minniluta.

Eftir at Føroyar var skipað sum eitt valdømi er formannskapurin í tinginum komin eftir at broytingar eisini mugu gerast í tingskipanini – tí annars ber ikki til at skipað tingið eftir løgtingsvalið.

Hetta fekk øði fleiri tinglimir, sum hildu tað vera fantastiskt at man nú var noyddur at víkja frá øllum tíðarfreistum fyri at fáa málið avgreitt.

Fimm tinglimir atkvøddu ímóti men uppskotið bleiv samtykt við aðru viðgerð.

Síðani vildi løgtingsformaðurin hava tingið at víkja frá tíðarfreistunum í tingskipanini so málið kundi viðgerast við triðjuviðgerð saman dag, men her kom formaðurin í minniluta.

Tinglimir hildu tað ikki vera sømiligt at víkja frá tíðarfreistum.

Løgtingsformaðurin, Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi,  Jóhan Dahl og Lisbet atkvøddu fyri at víkja frá tíðarfreistini, men hetta var ikki nóg mikið tí ein greiður meiriluti var ímóti.