Ekstrablaði skrivar í morgun at tað er upp til framleiðaran at avgerða hvussu leingi ein dunna kann vera fryst.
Tað er ikki gott at fáa at vita at dunnirnar sum liggja í køludiskunum í handlum um jólini kunnu vera elli gamlar.
Tað er brúkarafelagsskapruin "Familie og Samfund" sum hevur verið á kanningarferð í donsku handlum.
Baði danskar og útlendskar dunnur vera seldar við ámerking sum vísir at tær kunnu halda sær í tvey ár – og hetta er fult lógligt.
– Tað er nevnuliga eingin lóg fyri hvussu leinki kjøt kann halda sær og reglirnar á økinum siga at tað er upp til framleiðaran sjálvan at avgerað hvussu leingi vøran kann halda sær.
– Tað er bara fekst hakkikjøt sum skal seljast innan 24 tímar, verðru sagt frá brúkarafelagsskapinum.
Á kanningarferðini nú beint undan jólum sóu tey dunnur frá "Gren Andeslagteri" sum lukkaði í november mánaða 2006.
Serfrøðingar halda ikki at tað er nakar vandi við at eta gomlu dunnirnar – men smakkurin kann neyvan verða góður.
– Ein dunna er umleið 39 prosent feitt og hetta verður herskið tá tað gerst gamalt.
– Men sjálvandi vit hava vant okkum við smakkin – og við tjúkkari sós og reyðkál omaná er smakkurin frá dunnuni dempaður.
Mælt verður til ikki at keypa dunnir sum hava ligið meira enn nýggju mánaðar í frystiboksini.
Kelda: www.ekstrabladet.dk




