Um middagsleiti fóru ávaringarljósini við Norðoytunnilin at lýsa reytt vegna tekniskt brek
Av politistøðini verður sagt at onkur hevði sprænt við einum av eldsløkkjarunum í hanga í tunnlinum.
Eitt el-skáp hevði staði fyri skotum og hildið verður at tað var hetta sum fekk ávaringarljósini at lýsa í morun.
Í løtuni verður arbeitt við at rætta brekið – men politi veit ikki enn hvør hevur gjørt herverki.
Herverk er framt í nátt ella í gjár.




