Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til teir sum hava tvassa uppi í tí almenna svansinum

John William Joensen

skrivað hevur Sigmar Høgnesen, fyrrverandi skipari á Barsskor

Viðmerking til tveir persónar sum hava tvassa uppi
í tí almenna  svansinum og har báðir faktist eru sagdir úr sínum størvum.

Annar beinleiðis av Edmundi Joensen, táverandi løgmanni og hin "óbeinleiðis" av Jakup Vestergaard

Talan er um fyrrverandi stjóran á SSL Regin Vágadal og fyrrverandi landsstýrismannin Sámal P. í Grund.
Eg ætlaði ikki at festa nakað á blað um viðurskiftini á SSL, men tá eg hoyrdi fyrrverandi stjóran í SSL í útvarpinum tann 3. des. 2007 tosað um svans av almennum pengum, í samband við setan av tveimum skiparum á Smyli, og tá Sámal Petur í Grund hevði eitt lesarabræv í bløunum undir heitinum "nú kann vera well" so mátti eg seta meg við telduna, tí er tað nakar ið hevur merkt hvussu svansi á SSL hevur verið tey seinastu árini so er tað undirritaði og tí skal ein viðmerking koma her.
Um hetta hevur tín áhugað so tak tær stundir og les hesa grein, sum eg skal royna at lýsa so gjølla sum tilber, og mín fyrsta viðmerking er um úttalisini hjá Fyrrverandi stjóra á SSl – í útvarpinum 3. des. 07.
Stjórin nevndi í útvarpinum at loysnin við núverandi støðu umborð á Smyurli var "svans við almennum pengum" og við Norðlýsið sigur hann at vit høvdu als ikki lagt upp fyri hesum í fíggjarstýringini.
Hvat viðvíkur støðuni sum nú er íkomin umborð á Smyrli blandi eg meg ikki uppí, men at Regin Vágadal fyrrverandi Rakstrarleiðari og fráfarni stjóri skal ditta sær at nevna slíkt sum fíggjarstýring, tað tikir mær løgið. Hetta er bara fyri at uppreklamera seg sjálvan.
Undirritaði kom á Strandferðsluna hin 17. juni 2002. Tann 1. februar 2003 kom setanarskriv frá SSL undirskrivað av stjóranum Kristian Davidsen og starvsfólkaleiðaranum um at eg var ansettur á Kallsoyarleiðini.
Eg røkti hetta starvið sum skipari á aðrari vaktini til tann dag at ferjulegan koma á Syðradali tann 5. apríl 2005.
Tann 3. januar 2005 fekk undirritaði kunngerðarskriv (sum øll starvsfólk fingu) og har stóð at, frá 1. januar 2005 var Sámal Petur í Grund settur sum fastur skipari á Kallsoyarleiðini.
SSL hevur ongantíð søkt eftir skiparum til Kallsoyarleiðina.
Tì spurgdi eg Regin skrivliga um eg var uppsagdur sum skipari á Kallsoyarleiðini, men Regin ringdi til mín og svaraði orðarætt "eg havi púrasta gloymt teg, eg visti ikki at tú var skipari á Kallsoyarleiðini" jú svarðai eg, tað havi eg verið sína 1. februar 2003 eg spurgdi um eg skuldi forseta sum skipari við Barsskorð – hann svaraði ja.
Eg silgdi so víðari og undraði meg ikki sørt yvir hesa situatiónina tí SSL hevði sum sagt ongantíð søkt eftir skiparum til Kallsoyarleiðina.
Tann 3. apríl kemur kunngerðarskriv har stendur at frá 1. apríl 2005 er G. Jakopsen settur sum skipari á hinari vaktini á Kallsoyarleiðini. Hetta hendir júst 19 dagar áðrenn Barskor silgdi seinasta túr av Syðradali – 19. apríl 2005. Og samstundis sum SAM byrjar siglingina.
Tað vil siga at Regin gloymdi meg á øðrum sinnið. Og hevur hervið sett tveri mans sum bert høvdu verið avloysara á SSL í starvið sum eg hevði havt síðan 1. februar 2002.
Vit sum høvdu røkt siglingina uppá Kallsoynna við gamla postbátinum "Barsskor" fingu púra ógrunda sekin og hava ongantí enn fingið at vita hvat tann veruliga orðsøkin var.
Tann eini sum settur var sum skipari á SAM hevði ikki møguleika at búgva í Klaksvík, og mátti sostatt leiga sær rúm í landi uppá landsins rokning og um nakar er áhugaður í alemennum innlitið kann síggjast og prógvast at viðkomandi kostaði SSL (landskassanum) uml. 100.000 kr. hetta kundi verið spart, um ikki fólki sum átti at verið við SAM ógrundað varð tveitt í land. Undirritaði kom umborð aftur á SAM seinni í eitt fyribilsstarv sum stýrimaður.
Smb: Sáttmálanum millum SSL og hini fakfeløgini eigur manningin rætt til kostpening tá manning er umborð t.e. 80 kr. pr. dag. Har hava vanliga verið uml. 4 manns tað er 320 kr. um dagin og ca 210.000 kr. um árið hóast vit bóðu SSL um at fáa kostpeningin, ístaðin fyri at døgurði kom umborð fingu vit noktandi svar í telduposti frá Regin Vágadal. Harvið valdi hann tað dýru loysnina við at matur skulid leverast umborð á middegi og á kvøldi við leigaðum bili. Kostn. pr. dag. 820,- og um árið 300.000 kr.
Her kundi verið spart umleið 100.000 kr árliga.
Tá manninin kann peika á veruliga sparing í hesum tveimum førum uppá 200.000 kr., farið eg at spyrja Regin Vágadal nú hann er so skilagóður hví var hetta ikki planlagt í fíggjarstýringini???

Skipara & Navigatørfelagið og Innlendismálaráðið vóru væl og virðiliga kunnaði um hesa løgnu mannagongd har SSL setir tveir skiparar uttan at tað verður lýst í bløðunum. Innlendismálaráðið gjørdi onki við hetta málið tískil fór tað til løgtingsins umboðsmann og umboðsmaðurin sendi tað aftur í Innlendismálaráði og har liggur tað enn. Hetta óskili er bara ongantíð komi framm fyri alemnningin.

—–

Sámal Petur í Grund hevur eina viðmerking um setan av skiparum á Smyrli í Sosialinum nr. 227 hin 22. nov. 2007 "Nú kann vera well" hann skrivar millum annað um at "sambært reglugerð fyri SSL, so er tað greitt at tað er stjórin sum setur og loysur fólk úr starvi og víðari sigur hann at hendan fyriskipan bleiv sett í gildi, meðan hann sjálvur sat sum landdstýrismaður í Samferðslumálum.
Tað er gott at Sámal Petur kennir handan partin av reglugerðini, men eg kann upplýsa at restin av reglugerðini hava hvørki Sámal Petur ella stjórin á SSL tikið til eftirtektar, tí har stendur í §4 stk. 3 at stjórin hevur ábyrgdina av at virksemið í fyritøkuni verður stjórnað samsvarandi hesum reglum og annars í samsvari við reglurnar í fyritøkuni og lóggávuni annars.
Fyri nøkrum árum síðan bleiv ein dani avdúkaður at hava silgt í fleiri mánaða sum skipari á einari danskari ferju við ongum papírum.
Málið bleiv meldað til politiið og maðurin fekk sekkin. Her í Føroyum avdúkaði Oyggjatíðindi fyri sløkum tveimum árum síðan at Sámal Petur í Grund hevði silgt við skipunum hjá SSL við ongum papírum (manglandi førleika) málið bleiv sent fútanum og meira frættist ikki um tað. Men Sámal Petur fekk fastan skipara tjans við SAM í somu fyritøku ímeðan teir í høvdu øll pappír eirindaleyst vóru uppsagdir.
Tað sum bara kann henda í Føroyum er at summi kunnu gera sum teimum lystir og onnur mugu halda lógina – her sipið eg til at Sámál Petur í Grund hevur sjálvur undirskrivað hesa reglugerð fyri Strandfaraskip Landsins, tá hann var landsstýrismaður í Samferðslumálum 1997.
Hann gav Arabo uppsøgn í 1997 tí hann ikki yvirhelt reglugerðina.
Men nú hann sjálvur hevur brotið hesa somu reglugerð hendir onki uttan tað at hann stillar uppaftur og ætlar framhaldandi at smíðjalógir til tín og mín at halda.
Eg ætlaði sum sagt ikki at gera nakra viðmerkign, men tá eg síggi og hoyri hvussu hesir báðir bara sleingja runt við viðmerkingum í útvarpi og í bløðunum, so helt eg eisini at "nú kann vera well".

Sigmar Høgnesen
tann 12/12-2007
725 Norðoyri