– Enn havi eg ikki tikið nakra endaliga støðu, men avgerðin fellur helst nakað skjótt eftir ársskiftið, sigur ársins KÍ-leikari 2007, Jan Andreasen, sum var eitt av høvuðs álitunum á liðnum, ið hildu flaggskipinum á vinnarakós í avgerandi dystum.
Fyrstu ferð Jan Andreasen spældi við besta KÍ-liðnum, var í 1991, tá hann sum unglingaleikari var partur av KÍ-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið, samstundis sum unglingaliðið hjá KÍ tað árið eisini vann bæði føroyameistaraheitið og steypakappingina.
Í fjør vóru Jan og Harley Bertholdsen teir einastu av tí líðnum, sum framvegis leiktu við besta KÍ-liðnum, men meðan tað er eitt sindur óvist, um 38 ára gamli Harley heldur fram, so verður hinvegin roknað eitt sindur meira við, at Jan tekur túrin aftur í 2008.
Á besta liðnum í
17 ár uttan steðg
Tað skortar tí ikki upp á royndirnar hjá Jan Andreasen, sum nú í samfull 17 ár – so at siga uttan steðg – hevur verið partur av besta bláa liðnum í býnum.
Tá hann fyrstu ferð rann út á vøllin sum leikari á besta KÍ-liðnum, var hann ein unglingi, men sjálvandi er tað ikki soleiðis longur.
Jan Andreasen er í dag ein familjumaður. Konan eitur Jórun, og saman eiga tey trý børn. Jan røkir í dag eitt leiðandi starv á deildini hjá Føroya Tele í Norðoyggjum, so hann hevur annað enn bert fótbólt at hugsa um í tí dagliga.
Kortini dámar honum framvegis væl at spæla bólt, hóast frítíðin sjálvandi ikki longur er tann sama, sum tá hann var ungur og leysur.
– Fótbólturin hevur givið mær nógvar góðar upplivingar gjøgnum árini, og tað er óivað tí, at ein hevur hildið á so leingi, men uttan uppbakking heimanífrá hevði tað undir ongum umstøðum latið seg gjørt.
Ivast enn um
komandi ár
Í vár tók Jan Andreasen avgerð um at taka eitt tørn afturat í 2007, og tað var eisini gott fyri KÍ, tí hann hevði veruliga eitt av sínum heilt góðu árum, og vit tora at siga, at KÍ lættliga hevði kunnað komið í størri niðurflytingarvanda, um Jan ikki hevði verið við í hópinum, tí til tíðir var sera tunnligt við leikarum, tá skaðar og leikbann gjørdu um seg, og stutt var niður til niðurflytingarstrikuna.
Tá var gott at hava ein royndan mann í miðverjuni, har myndugleikin og góða bólteygað hjá Jan bjargaðu mangari vandastøðu.
Men tað sigur seg sjálvt, at einaferð fer hann at siga stopp. Spurningurin er bara, hvussu skjótt tað verður.
Uttan iva hevur Jan nøkur góð ár eftir í sær á hægsta føroyska fótbóltsstøði sum verjuleikari – tvs. um hann sjálvur vil tað, og umstøðurnar annars loyva tí.
Men enn hevur hann ikki tikið støðu til komandi kappingarár:
– Enn havi eg ikki tikið nakra endaliga støðu, men avgerðin fellur helst nakað skjótt eftir ársskiftið, ljóðar stutta viðmerkingin frá ársins KÍ-leikara 2007, Jan Andreasen.
Norðlýsið ynskir Jan tillukku við heiðrinum.




