Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Komin til Havnar eftir boðum frá læknavaktini var 10 mánaðargomul genta við nógvum febri send heim uttan viðgerð

John William Joensen

Vinjard Johansen úr Runavík sigur seg verða skelkaðan yvir tað viðferð dóttur hansara fekk á landssjúkrahúsinum mánamorgunin.

Náttina til mánadagin fingu Vinjard Johansen og konan Ann Maria lítlan svøvn tí 10 mánaðar gamla dóttirin lá við nógvum fepuri.

Tá fepurin kom upp í 40,4 stig ringdu tey til lækanvaktina og fingu fatur á vakthavandi læknanum á Landssjúkrahúsinum.
Hann bað tey beinan vegin um at koyra til Havnar.
– Eg spurgdi hann um vit ikki heldur skuldu koyra til Klaksvík – men hann vildi hava okkum til Havnar og vit so gjørdu.
– Vit vaktu hina dóttrina og fóru so at koyra.

Læknin vildi ikki kanna gentuna
– Komin á Landssjúkrahúsið tók ein fitt sjúkrasystir ímóti okkum og hon segði, at hon skuldi geva læknanum boð um at vit vóru komin og bað okkum um at bíða.
– Vit sótu eina góða løtu, men har kom eingin lækni.
– Sjúkrasysturin kemur so framvið og spyr um læknin ikki hevði verið her enn, og vit søgdu at so var.
– Hon segði seg hava sæð at læknin lat seg í og gjørdi seg kláran at fara heim, men hon skuldi fara eftir honum.
– Eftir lítlari løtu kom hon aftur og segði at læknin hevði sagt, at hann var liðugur fyri dagin og tí fór hann nú til hús.
– Boðini frá honum vóru, at vit skuldu fara til kommunulæknan í Runavík, tá hann kom til arbeiðis kl. 10.
– Tað var sjónligt at sjúkrasysturin var illa við av boðunum frá lækanum, sum ikki longur var á sjúkrahúsinum – hóast sami lækni boðsendi okkum til Havnar.
– Eg má siga sum er, at eg trúði ikki mínum egnu oyrum og tá vit aftur sótu í bilinum við sjúku dóttir okkara á veg heim – høvdu vit sitið og bíða á Landssjúkrahúsinum í tveir tímar til onga verðsins nyttu.

Send aftur til Havnar.
Tá foreldrini komu til kommunulæknan í Runavík var hesin beinanvegin greiður um støðuna og sendi tey beinleiðis á landssjúkrahúsið.
– Hann segði at hetta als ikki átti at koma fyri.
– Dóttirin er nú innløgd og verður viðgjørd – men hevur framvegis skiftandi høgan fepur.
– Eg má siga sum er, at ofta hoyrir ein slíkar søgur, men eg hevði ikki trúð at ein kundi fáa so vánaliga viðferð og er hetta enn ein staðfesting um at føroyska læknavaktin virkar als ikki.