Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roknað við samanlegging millum Runavíkar-, Fuglafjarðar- Klaksvíkar- og Eystur Kommunu?

John William Joensen

Í svarinum til Innlendismálaráði um hví Eystur Kommuna byggir ein bygning, sum er 2/3 størri enn brúk er fyri – sigur Gøtu Kommuna m.a. roknað verður við fleiri samanleggingum

Á bygdaráðsfundi tann 5/7-2007 samtyki Gøtu Kommuna, at Leirvíkar Kommuna og Gøtu Kommuna byggja felagsbygning í Norðagøtu til Eysturkommunu og til útleigan til Toll og Skatt.

Í niðurstøðu frá Kommunala Eftirlitinum verður sagt í brævið tann 21. desember at Kommunan kann ikki gera avtalu um at byggja bygning til útleiga.

Kommunan kann tó byggja størri enn hon hevur brúk fyri um so er at hon far brúk fyri hølunum seinri. Tá kann kommunan eisini leiga hølini út til hon sjálv far brúk fyri teimum – men hetta kann bert gerast eftir serligum treytum – m.a. skullu hølin bjóðast út alment – so øll kunnu fáa fatur á hølunum.
Her fyriliggur ein sáttmáli við ein leigara áðrenn bygningurin verður bygdur – og bygdaráðssamtykin sigur beinleiðis at bygt verður til at leiga út til toll og skatt.

Eystur Kommuna vantar at vaksa nógv
Í nýggju Eystur Kommunu verða vantandi umleið 14 starvsfólk – men nýggja skrivstovan er bygd til at húsa umleið 60 starvsfólkum.

Í grundgevingunum fyri hesum svara borgarstjórarnir í Gøtu og Leirvík í brævi til Innlendismálaráði, at Kommunurnar hava metta, at brúk er fyri einum bygningi, sum kann húsa øllum fyrisitingararbeiðinum hjá sanløgdu kommununi, so hvørt sum uppgávur verða lagdar til kommunurnar frá landinum, og so hvørt sum fleiri kommunusamanleggingar verða framdar.

Nærmastu samanleggingar hjá Eystur Kommunu eru Klaksvíkar Kommuna, Runavíkar Kommuna og Fuglafjarðar Kommuna og sambart svarinum frá borgarstjórunum – verður roknað við at hetta verður verðurleiki innan fyri ikki langa tíð og at nýggja stórkommunan fer at húsast í nýggja bygninginum hjá Eystur Kommunu í Gøtu.

Les eisini greinina:

Eystur Kommuna sleppur ikki at byggja bygning til Toll- og Skatt í Gøtu