Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskipið

Oliver Joensen

Uttan ivað hevur Jólaskipið, seinastu 17 árini, tiltakið hevur verið fyriskipað í Klaksvík, verið eitt av hæddarpunktunum hjá børnunum um jólini.

Primus Motor og fyriskipari, Niclas Heri Jákupsson, legði nú kongin, og boðaði frá, at hann ikki longur fór at standa á odda fyri tiltakinum, men at hann hevði fingið aðrar at halda áfram, soleiðis at vit og børnini annars, framhaldandi kundu gleða okkum um hetta sera barnarvinarliga og sosiala tiltak.

Nú ber ikki til hjá nøkrum at fyriskipa slíkum stórum tiltaki uttanso at ein hevur gott fólk afturat sær, og tað má sigast, at fólkini kring Jólaskipið hava verið ótrúliga ágrýtin og trúgv.

Vit onnur, sum eru komin nakað til árs, kunnu valla lata vera við at undrast um ágrýtni hjá hesum monnum.

Flestu teirra eru ikki rættuliga gamlir, og hugsar tú 17-18 ár aftur í tíðina, so hava teir valla verið eldri enn fyrst í tjúgunum, tá teir tóku saman hendur um hetta hendinga tiltak. Hvat fekk so ungar menn, sum høvdu øðrgrynnu av øðrum jørnum í eldinum, at fara undir eitt so banalt tiltak, sum at spæla við børn og foreldur, dagarnar upp undir jól og ikki minst, at halda áfram við hesum í heili 17 ár, uttan aðra samsýning enn hana, sum børn og foreldur góvu við at møta upp so fjølment.

Jólaskipið er uttan ivað komið fyri at vera. Í hvussu so er hava longu aðrir tikið við, har summir sleptu, og tað má sigast vera sera hugaligt og tryggjandi fyri hetta framúr tiltak, sum samfelag okkara eftirhondini ikki kann vera fyri uttan.

Norðlýsið
Vit blaðnum ídag, fara vit á Norðlýsinum at ynskja trúgvu lesarum og lýsarum okkara eini góð og hugnalig jól, og eitt av Harranum signað nýttár.

Norðlýsið kemur út aftur fríggjadagin 4. januar í 2008. Tilfar til fyrsta blaðið í nýggja árinum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. januar.

Annars verður heimasíðan nordlysid fo uppdatera ímillum jólini eftir sum orka er til tess.