Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbólturin í Klaksvík mennist: TEAM KLAKSVÍK ER ÁRSINS STJØRNUSKOT

Norðlýsið ÍTROTTUR

Enn eru teir ikki blivnir “stjørnur”, men heitið “stjørnuskot” er upp á sítt pláss, tí higartil hevur tað gingið betur hjá Team Klaksvík, enn nakar mundi tora at vóna, tá felagið fyri bara góðum ári síðan varð sett á stovn.

Viðburðurin hjá Team Klaksvík hevur higartil verið so stórur, at talan má sigast at vera um eina sólskinssøgu, tí longu í sínum fyrsta kappingarári (2006/2007) flutti felagið úr 2. deild upp í 1. deild, og har liðið liggur sum nr. 2, nú 2007 endar.

Í viðtøkunum fyri Team Klaksvík er ásett í §2, at ”endamál felagsins er at íðka og menna hondbólt í Norðoyggjum”, og higartil má sigast, at hesin setningur er rokkin og tað við lít.

Sostatt hevur hetta felag, sum sá dagsins ljós tann 12. september í 2006, higartil verið ein komét í føroyskum  hondbólti. Ikki tí at rokkið longu er á mál, als ikki, men eftir bert góðum 14 mánaðum síðan stovnan hevur felagið rokkið fleiri málum og setningum.

1) Fyrsta kappingarárið flutti besta lið felagsins upp úr 2. deild í 1. deild.

2) Nú inniverandi kapping er komin í umleið helvt, liggur besta lið felagsins á einum 2. plássi, sum gevur atgongd til at spæla um uppflyting í Atlantic Airways deildina.

3) Eftir fyrsta árið uttan nakran rættiligan heimavøll og –høll, hevur felagið nú fingið ein verdugan heimavøll og felagshøli í Klaksvíkar Badmintonhøll.

4) Tað fyrsta árið hevði felagið bert tað eina liðið: fyrstalið, men longu í næsta kappingarárinum (inniverandi) hevur felagið fleiri luttakandi lið: 2. deild, unglingar og dreingir.

Hjá besta liðnum, sum nú luttekur í 1. deild, er støðan í løtuni henda:

Nr.   Lið                   Dystir    Málmunur          Stig

1)    H71                    10    +107 (338-231)    20
2)    Team Klaksvík    10    +20 (296-276)      14
3)    StÍF                    11    -9 (274-283)         11
4)    VÍF                      11   -13 (259-272)         8
5)    Neistin                11   -81 (268-349)         7
6)    Kyndil                 11    -24 (221-245)         4

Eingin ivi er um, at kappingin fer at harðna, so hvørt sum felagið nærkast oddinum í føroyskum hondbólti, har krøvini eru størri enn í næst bestu kappingini, og tað fer tí at krevja alt meira av Fríðini og hinum í felagnum, um teir einaferð skulu náa heilt upp á hondbóltstindarnar.

Samstundis er heldur eingin ivi um, at Team Klaksvík er eitt frískt lot og ein kærkomin íblástur til føroyskan hondbólt, sum nú í fleiri ár hevur verið merktur av teimum somu, fáu feløgunum. Hesi feløg gera eitt gott arbeiði, men fólk í hesum feløgum dylja heldur ikki fyri, at tey halda tað vera gagnligt og gevandi fyri føroyskan hondbólt, at næst størsti býur í landinum eisini hevur eitt manshondbóltslið, sum vil nakað.

Sambært heimasíðuni ww w.team-klaksvik.com er nevndin í felagnum henda:

Formaður:
Fríðin Ziskason, Niðan Horn 8, tlf:216679 – fz@team-klaksvik.com
 
Næstformaður:
Kristian Andreasen, Kommunubrekka 15, tlf:228585 – k69a@hotmail.com
 
Kassameistari
Niclas Niclasen, undir Fossum 34, tlf:590909 – niclas.niclasen@foroyabanki.fo
 
Nevndarlimur
Meinhardt Joensen, undir Hæddini 2, tlf:219886 – meinhardtjoensen@hotmail.com