Vanliga syngur Betesdakórið, sum telur 65 sangarar, uppbyggingar- og evangeliskar sangir á evangelisku møtunum sunnukvøld, men einaferð um árið verða framførd smærri kassisk verk, tað er á veitsluni nýggjársaftan.
Tað var á nýggjársveitsluni í 1970 at kórið fyrstu ferð framførdi Halleluja úr Handels Messias og síðani eru smærri klassisk stykki framførd.
Kl. 22.00 Nýggjársaftan syngur kórið í ein hálvan tíma, har byrja verður við tveimum jólasálmum.
Høvuðsskráin er
annars henda:
Tær heiður alvaldi
(Die ehre Gottes) av Gellert/Beethoven
Ave verum av W.A.Mozart
Úr Chor des landvolkes av Joseph Haydn, Árni Jacobsen eigur orðini
Úr Handels Messias, And the Glory og Halleluja




