Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er nakar álvari í at leggja flotan

John William Joensen

– Vit kunnu streyka leingi, tí vit hava góðar møguleikar at hava annað arbeiði ímeðan – var ein av útmeldingunum eftir fundin í Fiskimannafelagnum um jólini.

Her fyri segði Landsbankastjórin, at spurningurin var um tað ikki var rætt at leggja skipini við kaj – og lata fiskimenn koma uppá land at stoypa hús – í Havn!

Hetta úttalisið frá Landsbankastjóranum kom eftir, at spurnartekin vóru sett við um nóg nógv arbeiðsmegi var í Føroyum – til at byggja – eitt nú Stórutjørn.

Landsbankastjórin legði afturat, at tað hevði eisini gagnað fiskastovnunum – um flotin varð lagdur eitt longri tíðarskeið.

Tí var tað ikki so løgið at sjómaður í Degi og Viku boðaði reiðarunum frá – at hann hevði ongar trupuleikar at streyka í longri tíð – tí hann kundi altíð finnað sær annað arbeiði meðan skipini lógu við bryggju??

Tað er neyvan nakar, sum fer at leggja sjómenn undir at ganga ørindi fyri landsbankastjóran – men tað er eingin loyna, at í dag er ofta trupult at síggja nakað endamál við at feløg lýsa verkfall.

Sjálvt limirnir hava ofta trupuleikar við at at skilja orsøkirnar.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum segði her fyri, at eitt krav frá reiðarum var at fiskimenn skuldu rinda part av oljuútreiðslunum og at nú er tíðin komin til at útvega sjómonnum pensjón.

Hetta ljóðar alt sera gott – men veruleikin í dag er, at hýrur í stórum parti av flotanum – eru nær tengd at oljuprísinum. Fara oljuprísirnir upp – er hýran minni – og fara oljuprísirnir niður – er hýran hægri.

Pensjón – er eitt mikið væl valt orð – men fyri reiðaran er talan um eina eyka útreiðslu og tí mugu báðir partar slaka um røkkast skal á mál.

At fleiri sjómenn – meðan skipini liggja – hugsað um at fara í annað arbeiði – sigur kanska ikki so lítið um at verkføll ikki longur hava tann týdning, tey høvdu fyrr í tíðini.

Sjómenn eru ikki longur "bert" sjómenn, men eru ein arbeiðsmegi, sum fer har bestu treytirnar eru – og so verður ikki hugt so nógv eftir um tað rullar ella um tað stendur stilt.

Kansk fer dreymur landsbankastjórans at ganga út og flotin verður liggjandi – og fiskurin sleppur at svimjað sum hann vil – sjómenn byggja hvørjum øðrum hús.

Tá verður gott at búga í Føroyum!

Ein sum droymir um at gerast sjómaður!