Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalt, sum í grøvini, millum flokksleiðsluna við Høgna Hoydal og Páll á Reynatúgvu

John William Joensen

Hóast Sandoyar Tjóðveldisfelag á limafundi við stórum meiriluta samdist um at stillað eitt valevni upp – so vakti tað ans at flokksleiðslan í Tjóðveldinum í seinastu løtu stillaði Elis Poulsen upp til løgingið

Flestu valeygleiðarar meta at hetta uttan iva ger møguleikarnar hjá Sandoynni at fáa umboðan – munandi minni.

Men tað er eingin loyna at sandoyartingmaðurin hevur havt onnur áhugamál enn tey sum hava funnið frama í valskránni hjá Tjóðveldinum og ikki sørt av samskiftið hevur verið innanflokka um hetta evnið.

Í brævið til formannin í Tjóðveldisflokkinum – Høgna Hoydal – finnst Páll á Reynatúgvu at valskráini.
Í brævinum skrivar sandoyartingmaðurin at valskráin er í so nógv orð.

– Einki um økisog bygdamenning, hóast sentraliseringin rundan um kapitalin ongantíð hevur verið sterkari í søgu landsins.

– At minka um beindovna bureaukratiið kundi eisini verið tikið upp og vinnulig parturin er alt ov lítið ítøkiligur.

– Venjingarmiðstøð fyri langtíðarsjúk er eitt ítøkiligt hjartamál, sum kundi vunnið nógv hjørtu, tí umstøðurnar eru so út av lagi vánaligar á hesum økinum. Hvørja støðu vit hava til vaksandi floymin av rúsevnum, og (mis)nýtsluna av hesum, haldi eg somuleiðis hevur stóran týdning……

Aftursvarið frá flokksleiðsluni í Tjóðveldinum hevur higartil bert verið at stillað eitt valevnið afturat upp í Sandoynni