Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vøksturin í útlánum er minkandi men neyvan nakað krepputekin

John William Joensen

Stjórin í Landsbankanum sigur at stóri vøksturin í útlánum hjá peningastovnunum fer at minka – men hetta nýtist tó ikki at verða krepputekin

Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbankanum sigur at hann onga ábending hevur um at nøkur likviditetskreppa er í føroysku peningastovnunum.

– Tað sum vit hava sæð seinru árini har bankarnir hava traðka oman á hvørjum øðrum fyri at lána pening út – fer uttan iva at halda uppat.

– Tí fara vit at síggja eina minkin í útlánum – men eg meti hetta ikki vera tekin um nakra kreppu.

– Bankarnir fara eisini at vera meira kritiskir um hvør tað er sum teir lána pening til og tað er eisini náttúrligt.

– Virksemið, sum føroysku bankarnir hava fíggja seinastu árini, er eisini sunt og stóru kundarnir eru ikki serliga nógv skuldartyngdir, so heldur ikki dugi eg at síggja nakað, sum skuldi givið anleidning til umhugsan.

– Men á má undirstrikað at tað er danska fíggjareftirlitið, sum hevur innlit og eftirlit við føroysku bankunum. Vit hyggja meira yvirornað eftir búskapinum og kenna ikki hvussu støðan er í einstøku peningastovnunum.

– Nýggjastu búskpartølin eru til viðgerðar í landsbankanum og verða lagd út á heimasíðuna so skjótt sum viðgerin er liðug.