Tað kann tykjast løgi, at teir, sum hava sitið á tingi seinastu 4 árini valdir av norðingum, hava tikið undir við, at flyta tey almennu arbeiðsplássini burtur úr Norðoyggjum, burtur úr Klaksvík. Eg havi so ikki hoyrt, teir mótmælt hesum.
Tað grovasta dømi er Toll og skatt, har hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin í toll og skattamálum boða frá at henda flyting er í stoypiskeiðini.
Tað sær út til at avtala er gjørd um at leigu av hølum í Eysturoynni. Hetta verður gjørt, hóast at brúktar eru nógvar milliónir til endamálið í Klaksvík. Bygningur er keyptir og umbygdir fyri stórar upphæddir, soleiðis tað at ikki er neyðugt er at leiga.
Henda avgerð kemur at hava stóran týdnig, serliga fyri eftirtíðina, tí hetta er byrjanin til niðurlagingina av Klaksvíkini sum næststørsti býður í landinum. Tað búgva hóast alt yvir 6000 fólk í Norðoyggjum.
Tað næsta dømi er Landsverk (Landsverkfrøðingurin) í norðoyggjum, sum er lagdur undir eysturoynna. Úrslitið av hesum verður, at tað valdar planloysið á økinum hernorðri. Smiðjan hjá landsverkið norðuri í Hvannasundi verður nú stongd. Har eru eisini stórar upphæddir brúktar til hetta arbeiðspláss, sum kalt og kynigst verður stongt. Hetta verður gjørt uttan at hesu somu polittikkara, sum eru valdir av norðingum, seinastu 4 árini, hava klovi í tvey.
Tað er smiðjan í Hvannasundi, sum hevur veitt úttoyggjunum tænasur á økinum hjá Landsverkið í norðoyggjum.
Hettar hendir, samstundis sum nýggjur tunnlar skulu gerðast eystur um fjáll líka til Viðareiðis. Tunnlarnir eystur um fjáll havi ligið væl goymdir í onkari skuffu úti Tinganesi. Nú val skal haldast verður uppskot lagt fram í tólvta tíma, sum sjóriki vælagn.
Tað er vandi á ferð, um tað álmenna nú er farið at ganga á odda at støgga, øllum sínum virksemi og íløgum, eystanfyri bummin í Norðoya tunnlinum.
Í framtíðini verður tað soleiðis, at tey privatu fara hvussu er at innrokna bummpeningin, tá tey skulu taka støðu til, hvørju megin tey leggja sínar íløgur og virksemi.
Tað er júst hetta sum skapar trubuleikan hjá Suðuroynni, tá støða skal takast til, hvørjumegin ”Smyril” íløgur skulu gerast.
Heini O. Heinesen
fyrrv. løgtingsm.




