Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eitt endaleyst hav av møguleikum.

John William Joensen

Framhaldandi vælferð í Føroyum, í morgin og um tjúgu ár, er tengd at hvørji val vit tora at gera í dag.

Tora vit at satsa uppá útbúgving og gransking? Tora vit at gera eina íløgu í framtíðina, við at skipa eitt høgt útbúgvingarstøði í Føroyum? Tora vit at skapa støðugar og greiðar karmar um vinnulívið, so tað fær møguleika at kappast og mennast á jøvnum føti við vinnulív í øllum heiminum? Tora vit at satsa fíggjarorku í ein grunn til íverksetan og marknaðarføring av eitt nú føroyskum tónleiki, sjónleiki, dansi, myndlist o.ø.? Tora vit at satsa uppá KT, bæði við útbúgving og gransking á hægsta støði? Tora vit at taka ábyrgd á umhvørvisøkinum?

Hetta eru í mínari verð nakrir av teimum mest átrokandi spurningunum, vit sum politikarar skulu taka støðu til, eftir komandi val.

JA, eg tori at satsa uppá alt hetta. Síggi Føroyar og føroyingar sum eitt endaleyst hav av møguleikum.

Møguleikum fyri menning og vælferð, møguleikum at vera slóðarar, eisini á altjóða pallinum. Møguleikum at taka altjóða ábyrgd á umhvørvisøkinum. Møguleikum at vísa verðini veg, tá tað ræður um virðing fyri einstaka menniskjanum í tí sterka felagsskapinum.

Her skal eg koma inn á trý ítøkilig mál eg vil arbeiða við á Føroya Løgtingi – í eini røð av øðrum týdningarmiklum málum.

AT skipa Fróðskaparsetrið sum eitt altjóða UNIVERSITET við útbúgving og gransking innan m.a. matvørumenning og framleiðslu, gengransking og biotøkni, KT og løgfrøði.

AT seta á stovn ein altjóða HAVGRANSKINGARDEPIL, sum kann slóða fyri Føroysku ábyrgdini av umhvørvinum í altjóða samfelagnum.

AT skipa ein ÍVERKSETARAGRUNN sum skal stuðla íverksetarum og marknaðarføring úti í heimi av føroyskari framleiðslu. Føroysk framleiðsla her fatað í breiðari merking: sum mentan og list, KT og tøkni og allar hugsandi vørur og tænastur sum kunnu vera við til at skapa eitt meiri fjølbroytt vinnulív, enn vit kenna í dag.

Fyri meg hevur hetta tað felags endamálið, at tað stuðlar uppundir at vit kunnu skipa einar FRÆLSAR FØROYAR.

X við E
Heidi P

Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi

Harleyfacadeacryl