Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Valevni fyri Sambandsflokkin: Nøkur av mínum hjartamálum:

John William Joensen

· Heilsuverkið
· Útbúgving
· Umhvørvið

Heilsuverkið.
Sjúkrahúsverk Føroya, tvs. Nærverkið, Røktarheimini og sjúkrahúsini skulu hava neyðugu játtanina til dagliga raksturin.

Virksemið innan alt Sjúkrahúsverk Føroya er økt munandi seinastu 10 árini.

Starvsfólkatalið eru ikki økt í sama mun og hetta viðførir, at arbeiðsbyrðan nú er ov tung fyri tey starvsfólk, sum virka innan Sjúkrahúsverk Føroya. Alt fleiri og fleiri verða langtíðarsjúkrameldað.

Tí er alneyðugt, at vit miðvíst virka fyri rekruttering av starvsfólkum til Heilsuverkið.

Samstundis er neyðugt at góðskumenna og góðskutryggja tænasturnar.

Heilsuverkið er fyri sjúklingin og tí er neyðugt at fjálgað verður um starvsfólkini soleiðis, at sjúklingurin fær so góða viðgerð, røkt og eftirviðgerð sum yvirhøvur gjørligt.

Samstundis má arbeiðast fyri, at sosiala lóggáva okkara verður soleiðis skipað, at tey sjúku, fólk við serligum tørvi og tey eldru fáa viðgerð og stuðul á sama støði sum í grannalondum okkara.

Útbúgving.
Útbúgvingarskipan okkara skal altíð verða á hædd við tey krøv, sum eitt framkomið samfelag setur.

Útbúgvingarskipanin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at øllum føroyingum stendur í boði at fáa best møguliga útbúgving á so mongum økjum sum til ber og at vinnulív okkara eisini á hendan hátt fær best møguligar umstøður at arbeiða undir.

Útbúgvingarnar skulu altíð verða soleiðis, at tær kunnu verða góðkendar á altjóða stigi.

Tey lesandi eiga at fáa útbúgvingarstuðul, sum tryggjar øllum fíggjarligar møguleikar at fáa ta útbúgving, sum tey sjálvi ynskja.

Allir lærarar og útbúgvingarleiðarar skulu hava møguleika fyri regluligari førleikamenning.

Tað skal verða møguligt at taka fleiri hægri útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, t.d. løgfrøði.

Umhvørvið.
Eg vil virka fyri einum tilvitaðum og miðvísum umhvørvispolitikki og harvið verða við til at varðveita fríu og vøkru náttúru okkara til komandi ættarlið.
Somuleiðis virka fyri alternativum orkumøguleikum.

Fíggjarpolitikkur.
Ein treyt fyri omanfyrinevndu tænastum er ein skynsamur fíggjarpolitikkur. Ti er neyðugt við einum sterkum og fjølbroyttum vinnulívi, sum gevur bestu møguleikar fyri tryggum fíggjarviðurskiftum og trygg fíggjarviðurskifti eru fyritreytin fyri vælferðini hjá tí einstaka føroyinginum.

Les meira á:
saunn.com