Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu hava teir umsiti Norðoyggjar

John William Joensen

Niðanfyri nevndu mál havi eg spurgt avvarðandi Landsstýrismenn og samgongund um fleiri ferðir í nú farna valskeiði.

Punkt 9, var um at blíva loyst við lógaruppskoti frá fíggjarnevndini, men tað fall burtur.

1. Teir fluttu Toll-og skatt úr økinum.

2. Teir fluttu Kommunulæknavaktina til Havnar.

3. Teir útsettu útbyggingina av tekniska skúla.

4. Kvøld og náttarvakt hjá Løgregluni er í stóran mun flutt úr økinum.

5. Tunlarnir norð um fjall og til Viðareiðis útsettir.

6. Fergulega og tunnil í Svínoy blivi umsitingarligt íkast hjá LV.

7. Byrgingin um Haraldsund tikin av skrá.

8. Klaksvík Norðoyri ikki gjørt liðugt.

9. Umstøðurnar hjá pendlarunum gjørdar munandi verri.

Eg kundi nevnt fleiri dømi men skal í hesum føri lata verða. Eg vil heldur peika á hvussu vit broyta gongdina. Tað gerst við at seta fólk við dirvi at stýra okkara samfelag, soleiðis at tað verður enn betri at vera norðingur.

Karsten Hansen
Miðflokkurin