Eitt av teimum evnum eg nevndi í seinastu grein míni, var eldraøkið og hetta vil eg nú lýsa nærri.
Aftaná at ein er vorðin eldri og ikki hevur somu orku til at arbeiða meira, verður dagligdagurin fullkomiliga broyttur. Aldurdómur kemur sjáldan einsamallur, eitt nú fylgja ymisk aldursbrek eisini við.
Alt hevur jú tíð sína og spurningurin er tí, hvat tey eldru hava at síggja fram ímóti aftaná eitt langt og mangan krevjandi lív. Hesi fólk hava eitt ótal av lívsroyndum og kunnu læra okkum yngru nógv. Tey hava framhaldandi uppiborið eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Her er tað skylda okkara sum borgarar at hjálpa hvørjum øðrum tá vit gerast eldri.
Vit mugu skipa eldraøkið soleiðis, at tørvurin hjá tí einstaka verður gingin á møti, havandi í huga, at tað er sera ymiskt hvussu fólk eldast. Summi hava tørv á friði, har onnur framhaldandi ynskja at taka lut í samfelagnum. Tískil hevur tað eisini stóran týdning, at starvsfólk í eldraøkinum altíð eru fakliga væl fyri.
Frá politiskari síðu krevur hetta bæði forstáilsi og at peningur verður settur av til at tryggja hóskandi karmar til tey eldru.
Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen




