Ja nú er eitt sindur meira enn ein vika til at tú skal atkvøða
Ja nú er eitt sindur meira enn ein vika til at tú skal atkvøða,
um hvør skal vera skipari hjá tær tey næstu 4 árini, skal tú vera við á ferðini, ella ætlar tú tær í bjargingarbátin hjá Tjóðveldinum og hansara líkum, við at blaka 320 milliónir vekk.
Vit í Sambandsflokkinum ætla okkum at vera á skútini , og stýra vilja vit, tað besta fyri okkara mannig og lønin er góð.
Lønin er Skúlar skulu dagførast – bæði fysiskt og í innihaldsliga.
Lærarar og pedagogar eftirútbúgvast.
Næmingar hava undirvísing, ið lyfta teir upp á eitt hægri vitanarstig.
Fólkaskúlin skal væl upp eftir PISA-stiganum komandi árini.
Stimbra tiltøk – t.d. bústaðarmøguleikar, barnaansing, frítíðartilboð, starvsmøguleikar – sum eggja fólki at flyta til Føroya.
Serligan dent á at fáa kvinnurnar heim aftur eftir loknan lestur.
Betri útbúgvingarstuðul skal eggja fleiri at taka miðnámsútbúgvingar og síðani hægri útbúgvingar. 18 ára markið fyri stuðli skal niður á 16 ár.
Serligan dent á at hjálpa einligum mammum, sum í dag hava skerdar møguleikar.
Vinnuháskúlin skal gerast til ein altjóða hægri lærustovn við sjóvinnuútbúgvingum.
Hægri fiskivinnuútbúgving skal setast á stovn í Føroyum.’
X við
Joen Peter Petersen
Sambandsflokkurin




