Føroyar skulu gerast ein íverksetanardepil, sum dregur fólk til sín, tí tað er lætt at umseta góð hugskot til veruleika.
Íverksetarar skulu vera týdningarmiklir leikarar í føroyska búskapinum framyvir, sum í størri mun skal byggja á vitan.
Tað skal vera lætt at gerast íverksetari í Føroyum, og gjørligt skal vera at fáa skeið í íverksetan og evnum annars, sum hava týdning fyri vinnurekandi.
Tað almenna skal veita góða ráðgeving, lætt skilligar upplýsingar á netinum og á prenti umframt talgildar loysnir. Vinnulóggáva og aðrar lógir, sum hava týdning fyri íverksetarar, skulu gerast ella dagførast. Týdningarmikið er, at føroysk lóggáva á økinum fylgir evropeiskari og altjóða lóggávu sum heild.
Tummas Lervig
Javnaðarflokkurin




