Vit eiga at seta størri prís uppá fólk, ið vilja royna nakað nýtt. Sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins m.a. í hesum innleggi sínum.
Vit eiga at fáa eina hugburðsbroyting í Føroyum. Fólkaflokkurin hevur ein greiðan íverksetarapoltikk, har íverksetarar eiga at verða stimbraðir og stuðlaðir.
Íverksetarar skulu føla seg heima. Bæði í fólka- og miðnámsskúlum skal íverksetan verða ein lærugrein.
Íverksetarahús kring landið skulu stuðlast, men virka í tøttum samstarvi við vinnulívið fyri at fáa góða ráðgeving. Hesi hús skulu hjálpa íverksetarum at koma skjótt í gongd og virka sum snarskiva mótvegis almennum myndugleikum.
Atgongd til váðafúsan kapital skal betrast. T.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkaflokksins




