Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: 3. umfar av VetrarKappingini

John William Joensen

Leygardagin 12. januar verður skipað fyri 3. umfari av Vetrarkappingini í
renning. Kappingin fer fram í Streymnesi og Hvalvík.

Kappast verður í fýra bólkum hjá báðum kynum:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1962) 7,8 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur f. -1991) 7,8 km
Kvinnu- og mansunglingar (f. 1987-91) 7,8 km
Gentur og dreingir (f. 1992-1996) 2,8 km

Møtt verður í nýggju húsunum við vøllin í Streymnesi. Teinurin, ið skal
rennast, byrjar eisini við húsini. Runnið verður gjøgunum Streymnes eftir
niðara vegi oman á Oyruna, og síaðani gjøgnum Hvalvík og aftur til Streymnesar. Teinurin skal rennast tríggjar ferðir – gentur og dreingir tó
bert eina ferð.

Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00

Tilmelding fer fram á www.renn.fo innan fríggjakvøldið 11. januar kl. 21.00. Startnummur verða avheintað í húsunum við vøllin í Streymnesi leygardagin frá kl. 10.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Hetta er triðja umfar av vetrarkappingini. Men hetta er samstundis ein opin kapping, har øll kunnu luttaka.

Harleywoodpaint