Vit mugu sum samfelag viðurkenna, at ein dygdargóð almenn fyrisiting er altavgerandi fyri eina framhaldandi menning av føroyska samfelagnum.
Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya heitir í hesum sambandi á politisku flokkarnar um at ásanna, at fortreytin fyri, at flokkarnir í eini komandi samgongu skulu røkka settu málunum er, at neyðugu embætisfólkini eru tøk til at føra málini út í lívið.
Valstríðið til komandi løgtingsval 19. januar 2008 er í hæddini og politisku flokkarnir hava lagt sínar valskráir fram. Vallyftini fevna víða – alt frá størri vælferð, betri og fleiri tænastum og orkupolitikki til yvirtøkur. Politiska skipanin snýr seg í stuttum um, at meðan politikarin stingur út í kortið, hvat skal gerast, so eru tað embætisfólkini við sínum serkunnleika, ið greiða málini og tryggja, at hetta verður gjørt á einum haldgóðum grundarlagi.
Politiska tilvitanin um týdningarmikla leiklutin hjá embætisverkinum varð ikki stór fyri fýra árum síðani, tá ið sitandi samgonga tók við valdinum. Uttan nakra sakliga grundgeving tók samgongan avgerð um at skerja miðfyrisitingina við 10 % av starvsfólkunum. BLF átalaði avgerðina og vísti á avleiðingarnar, men uttan úrslit. Avgerðin setti rættartrygdina hjá føroyska borgarinum í vanda.
Ásannast má, at tað sum byrjaði við eini váðaligari politiskari spariætlan í 2004 nú er vorðið til ein alsamt størri trupulleika at fáa sett skikkaði fólk í størv sum embætisfólk í miðfyrisitingini. BLF hevur fleiri ferðir varpað ljós á trupulleikan, men enn hómast eingin reaktión frá politiska myndugleikanum.
Tað er altavgerandi, at politiska skipanin ásannar, at tað er embætisverkið við sínum serkunnleika innan løgfrøði, samfelagsfrøði og búskaparfrøði, ið skal tryggja m.a. at okkara vælferðarskipanir virka eftir ætlan, at borgarin kann vænta sær sakliga málsviðgerð, at allir borgarar eru líka fyri lógini og fáa somu viðgerð, at vit hava eitt dygdargott lógarverk, og at eftirlit er við landsins fíggjarviðurskiftum.
Yvirhøvur eftirlýsir BLF eina hugburðsbroyting í føroyska samfelagnum. Politiska skipanin má átaka sær ábyrgdina av, at fyrisitingin virkar til fyrimuns fyri borgarin.
BLF heitir hervið á politisku flokkarnar um at viðurkenna týdningarmikla leiklutin hjá føroyska embætisverkinum í politiska arbeiðinum.




