Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða hugsunarháttur

John William Joensen

Føroyum og føroyingum tørvar ein altjóða mentalitet.

Okkum tørvar meiri altjóða samstarv til at menna okkum til kappingarføri innan vinnulív, útbúgving og mentan. Okkara samfelag krevur fjølbroytni og tað verður best tryggjað ígjøgnum samstarv við ymisk lond.

Vit eiga at seta okkum høg mál og arbeiða miðvíst fyri at sleppa av við heimastýrismentalitetin.

Mentan
Tá tað kemur til mentan, so eiga vit at fara nógv longur út í heim við okkara tónleiki, bókmentum og list. Mentan er ein dýrt keypt vøra, og gevur hon nógv avkast, um vit duga at gagnnýta hana, sum tað góða umboð, hon er fyri Føroyar. Til dømis eiga føroyskar bókmentir í nógv størri mun at verða umsettar til mong mál eins og okkara list og tónleikur skulu marknaðarførast víða hvar. ítrotturin hevur á sama hátt kastað ljós á Føroyar og føroyskar vørur, og hesum eiga vit í nógv størri mun at fara miðvíst eftir.

Útbúgving
Innan útbúgving og gransking koma vit ikki langt, um vit ikki sum sjálvstøðugur partur fara upp í altjóða samstarv av ymiskum slag. Og nú miðnámsskúlaskipanin verður endurskoðað, áttu vit eitt nú at gjørt kollveltandi broytingar innan málundirvísing. Okkum tørvar, at nógvir føroyingar umframt enskt duga ymisk fremmandamál, sum kunnu gagna t.d. vinnulívinum. Og lunnar verða lagdir undir hetta í framhaldsdeildini í Fólkaskúlanum og so á miðnámsskúlunum.

Vit mugu læra okkum tey fyri okkum mest viðkomandi málini í heiminum – og fleiri teirra eisini. Mítt mál er, at vit um 5 ár hava nóg mikið av útbúnum føroyingum til kunna byrja undirvísing í fleiri fremmandamálum enn vit gera nú. Vit eiga at vera framsíggin og byrja frálæru í t.d. kinesiskum máli (t.d. Mandarin), japonskum, pólskum, arabiskum, samstundis sum russiskt má koma aftur á breddan. Teir veruligu valmøguleikarnir innan fremmandamál í dag eru –afturat tí sjálvsagda enska – týskt, franskt og spanskt.

Fólkaflokspolitikkur
Fólkaflokkurin vil út í heim at marknaðarføra Føroyar við føroysku mentanini. Vit vilja stuðla nýhugsandi frambrotum, har mentan og vinna ganga saman, eitt nú á framsýningum úti í heimi. Fólkaflokkurin vil geva næmingum fleiri valmøguleikar sum heild – eisini innan fremmandamál og harvið ein altjóða mentalitet og góðar útbúgvingarmøguleikar kring heimin, eins og góðar starvsmøguleikar eftir lokna útbúgving. Harvið kunnu vit eisini styrkja okkara vinnulív – fyri ikki at tala um at vera væl fyri at taka ímóti fremmandari arbeiðsmegi.

Hesum vil eg virka fyri.

Les meira á http://homepage.mac.com/hannajensen

Hanna Jensen