Samstundis sum Føroyum tørvar arbeiðsmegi, hava vit almennar skipanir, sum forða fólki við skerdum førleika.
Almenni setanar politikkurin treytar, at bert tann við besta førleikanum kann fáa alment starv. Tá er lætt at hugsa sær, at persónur við skerdum førleika altíð verður settur til síðis. Fólkaflokkurin vil at hetta skal broytast.
Virkast skal tí miðvíst við tiltøkum til at skapa betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar fyri fólk við skerdum førleika.
Almennir stovnar yvir ávísa stødd skulu seta eitt ávíst tal av starvsfólkum við skerdum førleika.
Starvsfólk við skerdum førleika skulu takast við í almenna setanar- og uppsagnarpolitikkin, so at serlig atlit verða tikin til hesi starvsfólk.
Lógin um almannapensjónir verður broytt, so at fólka- og fyritíðarpensjónistar kunnu fáa meiri burtur úr lønarvinnu. Hetta verður gjørt við at hækka upphæddina, sum loyvt er at forvinna skattafrítt oman á pensjónina. Eisini verður mótrokningin í pensjónini av aðrari inntøku minkað munandi. Tað skal altíð loysa seg at arbeiða.
Jú meiri vit lyfta hvør sær, ju meiri lyfta vit tilsamans. Fólkaflokkurin vil eitt samfelag, har tað er brúk fyri øllum.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins




