Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hmmm, konufólk

John William Joensen

Menn í Føroyum vilja hava konufólk, einki nýtt í tí. Nú má tó dyrgjast við øllum listum, tí tær fækkast í tali.

Javnaðarflokkurin vil sláa tvær flugur við eitt smekk. Vit taka tveir flokkar inn á lærara og pædagog útbúgvingina komandi árini. Har avtrat styrkja vit møguleikarnar fyri fjarlestri og økja næmingatalið av sjúkrarøktafrøðingum. Á henda hátt fáa eini 50 fleiri kvinnur møguleikan at útbúgva seg í Føroyum. Á henda hátt fáa vit hjálpt sjúkraverki, skúlum og stovnum, sum skríggja eftir lærdum fólki. Á henda hátt fáa miðalmenn aftur ein kjans.
Hey, har vóru tríggjar flugur.

Jónleif Johannesen
valevni hjá Javnaðarflokkinum