Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Míni hjartamál fyri Norðoyggjar

John William Joensen

Aftursvar til Símun á Høvdanum í kjakinum 15. januar 2008

Míni hjartamál fyri Norðyggjar eru m.a. hesi:

Norðoyggjar skulu verða íverksetaradepilin í Føroyum
Klaksvíkar Kommuna tók í 2007 stig til at stovna Íverksetarahúsið í Klaksvík. Seinni hava Eik og Vinnumálaráðið sett pening í grunnin, sum eigur Íverksetarahúsið. Hetta var ein djørv og framskygd avgerð; sum heilt avgjørt hevur sett íverksetan á dagsskránna í Føroyum. Tað hava vit eisini sæð undir hesum valstríðnum. Tað er tí náttúrligt, at hetta tiltak skal stimbrast til framhaldandi vøkstur í Klaksvík. Tað vil eg arbeiða fyri.

Tillukku til Klaksvíkar Sjúkrahús
Vit hoyrdu og sóu flest øll um nøgdsemiskanningina, har Klaksvíkar Sjúkrahús lá klárt á odda. Hetta ber boð um, at smærru sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroynni hava klárað at ment seg við serkunnleika innan ávís øki. Tí vil eg virka fyri, at henda menning kann halda fram.

Fiskivinnan skal hava trygg og støðug kor at virka undir
Klaksvíkin er sum kunnugt okkara størsti fiskivinnu miðdepil, og tað hevur alstóran týdning, at henda vinnan framhaldandi hevur trygg og støðug kor at arbeiða undir. Tað vil eg eisini arbeiða fyri.

Vinaliga
Kitty May Ellefsen, Fólkaflokkurin