Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neystini uttan fyri Norðborg

John William Joensen

Vísandi til fyrispurning í Norðlýsinum um neystini uttan fyri Norðborg, skal eg við hesum greiða í stuttum frá málinum.

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini merkt ein stóran áhuga frá vinnuvirkjum o.ø. um at fáa øki til at byggja á í Klaksvík, og hevur kommunan tí gjørt útfyllingar ymsa staðni í kommununi, fyri at kunna útvega neyðug øki.

Áhugin er so mikið stórur, at nú arbeiða privatar fyritøkur við einari ídnaðarútstykking sunnanfyri bátahylin á Borðoyavík, har ætlanin er at gera upp í 14 grundøkir til vinnuvirkir. Tað er vinnan sjálv, sum stendur fyri at fremja hesa verkætlan.

Eitt øki, sum kommunan hevur útfylt, er uttanfyri Norðborg, har útfylt varð fyri tveimum virkjum, sum hava bygt á økið.

Kommunan hevur arbeitt aktivt við einum máli um at víðka hesa byggibúgving fyri tveimum virkjum afturat í økinum, men undir viðgerðini av nýggja býarpláninum, varð tann ætlanin slept.

Í nýggja býarpláninum, sum verður endaliga góðkendur ein av fyrstu døgunum, er omanfyri økið uttan fyri nýggja bygningin hjá Ídni útlagt sum grønt øki, har ikki kann byggjast meir, men endurreising kann tó verða loyvd.

Kommunan hevur tí eingi byggiloyvir givið til nýggja bygging í økinum.

Vónandi er hetta eitt nøktandi svar til fyrispurningin.

Vinarliga

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri