Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen: Hvat hevur vinnan at bjóða okkum, – Og hvat bjóða vit vinnuni

(Hannefía Joensen)

Vinnan skal hava góðar og støðugar karmar at virka undir, somuleiðis sum trivnaðurin hjá okkara vinnulívsfólki skal vera í hásæti.

Soleiðis, at vit ikki missa okkara vinnulívsfólk, sum leita sær í onnur lond at gera seg galdandi, har karmarnar og trivnaðurin er betri. Nei lat okkum gera alt tað vit eru ment fyri at halda uppá okkara vinnulívsfólk, umframt at eggja altjóða fyritøkum at seta búgv í Føroyum.

Hvat meini eg so við góðar karmar:
Vinnan skal hava støðugar og greiðar karmar at virka undir.
Góð røkt av nátúrgivnum tilfongi, fyri so langt sum menniskjaligt møguligt at tryggja støðuga rávørutilgongd.
Atgongd til arbeiðsmegi.

Neyðugt er við einum góðum skúlaverki fyri at tryggja leiðslu og starvsfólki góða útbúgving.

Ansingar møguleikar skulu eisini víðkast, soleiðis, at øll tey sum ynskja at sleppa til arbeiðis, sleppa til arbeiðis, tað veri seg eisini í feriutíð.

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen
Valevni fólkafloksins