Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil tú koyra í ring við ABC – ella føra Føroyar framá við E

(Hannefía Joensen)

Valið snýr seg í stóran mun um eitt val ímillum at samfelagið framhaldandi skal mala runt í ring næstu fýra árini, uttan mál og mið, uttan stýring og uttan at nakar setir sær mál fyri vælferð, útbúgving og umhvørvinum.

Vil tú hava flokk á ting sum hevur sum fremsta mál at arbeiðir fyri teimum veikastu bólkunum í samfelagnum, og geva vælferðin innihald, so velur tú Tjóðveldi. Flokkurin vil skipa betri umstøður hjá støkum uppihaldarum, vil fáa lægstu fyritíðarpensjónina burtur, so tey ístaðin fáa miðal fyritíðarpensjón, og vil skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, har eisini rúm er fyri fólki sum bera brek, so velur tú Tjóðveldi.

Vil tú hava ein flokk á ting sum hevur sum mál at satsa uppá útbúgving og gransking við fleiri resursum til hesi øki og einum altjóða universiteti, so velur tú Tjóðveldi.
Vil tú hava ein flokk inn á ting sum vil seta fokus á umhvørvisspurningar, seta nýggja umhvørvislóg í gildi, revsa dálking av náttúruni og slóða fyri í heiminum við reinari orkunýtslu, so velur tú Tjóðveldi.

So valið stendur ímillum at koyra í ring við ABC
-ella at føra Føroyar framá við E.

Sterk umboðan á Føroya Løgtingi.

X við E
Heidi P

Les meira á
www.tjodveldi.fo/heidi