Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen nýggjur toppskjútti hjá Folkens í Klaksvík

John William Joensen

Nýggi maðurin hjá Fólkaflokkinum vann á fyrrverandi løgmanni í Klaksvík

Eftir eitt sera gott Fólkatingsval var spenningur í luftini um Jákup Mikkelsen.

Stóri atkvøðuslúkurin hjá Fólkaflokkinum í norðoyggjum, Annfinn Kallsberg, stillaði ikki upp til Fólkatingið og tí vóru tað fleiri, sum spáddu at fyrrverandi løgmaður fór at taka stóran part av atkvøðunum sum Jákup Mikkelsen fekk til Fólkatingsvalið.

Men tá atkvøðurnar í Klaksvík vóru taldar gjørdist greitt, at Jákup Mikkelsen hevði 318 atkvøður og Annfinn Kallsberg 305 atkvøður.

Annfinn Kallsberg fekk tó 549 atkvøður tilsamans kring alt landið og bleiv tí fyrst valdur hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum.

Jákup Mikkelsen fekk heilar 436 atkvøður og var tað ein sera fegin Jákup Mikkelsen, sum vit hittu leygarkvøldið.

Baði fartelefonin og fastnettelfonin ringdu um kapp við fólki sum søgdu tillukku, og tað streymaði eisini inn á gólvið við glaðum stuðlum og vinfólkum.

– Hetta er heilt fantastiskt, var tað einasta vit fingu burtur úr einum ovurfegnum – fyrrverandi KÍ-áleypara.

Valtøl:

Jákup Mikkelsen
Atkvøður tilsamans 436
Atkvøður úr Norðoyggjum 407
Atkvøður kring landið 29

Anfinn Kalsberg
Atkvøður tilsamans 549
Atkvøður úr Norðoyggjum 383
Atkvøður kring landið 166

Klaksvík
1 Jákup Mikkelsen 318
2 Anfinn Kallsberg 305

Harleyfacadeacryl