Í fjør spældi 22 ára gamli Jósup Henriksen við 1. deildarliðnum hjá B68, sum vann deildina suverent, men nú er hann aftur hjá barndómsfelagnum.
Ein av trupulleikunum hjá KÍ í fjør var m.a. trot á beinleiðis álopsleikarum, sum kundu og dugdu væl at fáa mál burtur úr møguleikunum, og síðan kappingarlok í fjør verðsnaði henda støða, tí m.a. Paul Clapson og Denni Conteh verða hvørgin at finna á KÍ-liðnum í ár, og framman undan tí var eisini Erling Fles farin til Danmarkar í lestrarørindum.
Tí er tað søtur tónleikur fyri fótbóltsáhugaðar klaksvíkingar at frætta, at ein av okkara egnu, ungu leikarum, ið hevur góð evni sum álopsleikari, nú er at finna í Formulahópinum hjá KÍ.
Jósup Henriksen, sum nú er 22 ára gamal, hevur í yngri árum verið á onkrum U-landsliðum hjá Føroyum. Hetta sigur í sær sjálvum nakað um evnini hjá honum.
Í fjør valdi Jósup at royna evnini onkra aðrastaðni. Hann spældi sum áleypari á 1. deildarliðnum hjá B68, og væl royndist, tí hann gjørdi ikki færri enn 16 mál fyri toftamenn. Gaman í er talan um 1. deild, har leikferðin ikki er tann sama sum í Formuladeildini, men tað sigur kortini rættiliga nógv.
Nú er hann so aftur at finna í bláum og hvítum, og spennandi verður at fylgja við, hvussu hann fer at klára tað í ár.
Kappingin verður uttan iva hørð um plássini, tí KÍ arbeiðir, sum skilst við at styrkja álopspartin hjá liðnum, men sambært Jósupi sjálvum so leggur hann ikki so nógv í tað, bara hann sleppur at royna seg eitt sindur.
Jósup er ein av fleiri ungum, lokalum leikarum, sum KÍ hevur við í sínum Formulahópi, har sjálvandi ikki allir fáa fulla leiktíð, men eingin ivi er tó um, at ætlanin er miðvíst tann at klekja og menna góðar framtíðar Formulaleikarar.




