Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ arbeiðir ítøkiliga við álopsleikarum: Suðuramerikanarar skulu styrkja KÍ-álopið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Gongst eftir ætlan, so verður KÍ-álopið styrkt við einum brasiliumanni og einum argentinara, sum KÍ í løtuni hevur møguleikar at gera avtalu við.

Um tú hyggur at bruttohópinum hjá KÍ, sum í løtuni fyrireikar seg til komandi kappingarár, so finnast har nógvir ungir, evnaríkir leikarar, harav uttan iva onkrir fara at gera um seg í Formuladeildini í ár.

Og tá tú tosar við venjarar ella onnur avvarðandi í felagnum, er tað framvegis púra greitt, at KÍ framvegis arbeiðir miðvíst við eini ætlan, sum er at klekja og menna góðar, ungar, lokalar Formulaleikarar.

Men Formulafótbólturin krevur nógv í dag, og meðan menningin fer fram, gongur tað ikki burturav at dúva upp á teir ungu – felagið má hava styrk á onkrum lyklaplássum fyri at hava stabilt góð úrslit og eventuelt náa plássum, sum geva atgongd til luttøku í kappingum í Evropa.

Í løtuni er tað serliga álopsparturin hjá KÍ, sum hevur tørv á styrki, og tí arbeiðir felagið í løtuni ítøkiliga við at útvega útlendskar leikarar, sum kunnu styrkja hendan partin av liðnum.

Rodrigo Silva og
Jonatan Tridente

Norðlýsið hevur nú frætt, at tvey nøvn eru aktuell:

Rodrigo Silva úr Brasilia, sum hevur leikt við norska liðnum Sandefjord, og argentinarin Jonatan Tridente, sum kemur úr argentinskum felag, sigast at vera ávegis til KÍ.

Sagt verður, at talan er um leikarar, sum eiga at vera ein styrkur fyri KÍ.

Enn eru avtalur ikki undirskrivaðar, men sum skilst verður arbeitt ítøkiliga við hesum báðum leikarunum.

Spennandi verður at frætta nærri hesum viðvíkjandi.

Harleywoodpaint