Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit arbeiða framvegis við eini loysn í Gøtu

John William Joensen

sigur stjórin í Toll og Skatt, Arnhold Hjelm Nielsen, sum tó er farin at ótolnast

-Vit hava sett eina freist at vit skullu flyta inn í hesum árinum og í løtuni arbeiða vit framvegis eftir tí leisti, sum landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Bárður Nielsen, setti út í korti.

Spurdur um tað er prinsipielt rætt at nýggja Eystur Kommuna tekur lán fyri at byggja ein bygning til Toll og Skatt, svarar stórin soleiðis:
– Tað verður ikki eg, sum komi at undirskrivað sáttmálan við Eystur Kommunu og tí er hatta ein politiskur spurningur.

Vit vendu okkum til Magna Laksásfoss, landsstýrismann í Fíggjarmálum, men hann var sera stutt orðaður.
– Hasin spurningurin verður upp til komandi fíggjarmálaráðharran at svara og tað gongur neyvan long tíð fyrr enn nýggjur landsstýrismaður er settur.

Hava undirskrivað sáttmála móti niðurstøðuni hjá Kommunala eftirlitinum
Sum Norðlýsið skilir, so hava Gøtu Kommuna og Toll og Skatt undirskrivað ein sáttmála (ella hensigterklering).

Hetta hóast kommunala eftirlitið hevur gjørt greitt, at ein kommuna kann ikki gera avtalu um útleiðing áðrenn bygningur verður bygdur.

Kommunur kunnu bert leiga út í styttri tíðarskeið til tær sjálvar fáa brúk fyri hølunum og eitt minstakrav er at hølini verða bjóðaði út alment, so øll hava møguleika at bjóða.

Stjórin í Toll og Skatt undirtstrikar, at um tað ikki verður møguligt hjá Toll og Skatt at flyta inn í nýggj hølir í ár – er ein nýggj støða.

Hann harmaðist um at starvsfólkini á Toll og Skatt hava fingið skiftandi boð um nær flytast skal inn í Gøtu – men hesar umstøður hevur Toll og Skatt onga ávirkan havt á.
– Stovnurin hevur bara roynt at liva upp til tær skyldur sum landsstýrið hevur sett út í korti.